Kanst tú liva í ævir?

Deyðin er einasta veruliga vissan við lívinum, er vanlig hugsan. Men ein lítil og sannførd røð av hugsarum og granskarum gera nú upp við okkara siðbundnu fatanir av lívið, aldurdómi og deyða. Summir teirra siga seg hava funnið kelduna til ævigan ungdóm

Vit vilja varðveita okkara ungdóm longst møguligt. Ofta verður tikið til, at 30ini eru tey nýggju 20ini, 40ini tey nýggju 30ini – og so framvegis. Og nógv leggja alla orku í, at útseta árinini av aldurdóminum. Serlig kostískoyti, venjing og kropsrøkt av øllum handa slag er ein ómettandi stórídnaður, ið livir av okkara innbygda hugi til at yvirliva og varðveita heilsuna. Okkara fatan av aldurdómi, sum nakað, ið vit onga ávirkan hava á, er grundleggjandi broytt. Men júst hvussu leingi kunnu vit útseta árinini av aldurdómi?


Tað er torført at broyta okkara fatan av, at vit hóast alt eru deyðiligar verur við avmarkaðari tíð á foldum. Deyðin er ein nátúrligur partur av lívinum halda tey flestu, og fyri nógvar átrúnaðir er deyðin eitt týðandi element fyri at røkka einum hægri andaligum stigi. Fyri onnur ber okkara avmarkaða livitíð boð um, at vit skulu fáa sum mest burturúr lívinum her og nú. Men ein røð av granskarum og hugsarum á altjóða pallinum bjóða nú siðbundnu aldurs- og deyðsfatanini av – summir teirra ultimativt.


Aldurdómur endurskoðaður

Vit vita, at miðal livialdur ikki stendur ritaður í stein og at hesin støðugt førkar seg upp eftir so hvørt persónliga heilsan hjá fólki verður betri, orsaka av batnandi livihátti og betri læknavísind. Hetta er ein orsøk til, at pensiónsaldurin støðugt verður hækkaður í stórum pørtum av heiminum. Men aldurdómur er framvegis størsta ”deyðsorsøkin” í heiminum, og víst verður á, at 90 % av øllum deyðsorsøkum í ríka partinum av heiminum, framvegis er treytaður av aldurstreytaðum árinum. Sannlíkindini fyri at fáa krabbamein, sukursjúku og aðrar álvarsamar sjúkur fleirfaldast tá vit gerast eldri. Hetta gevur greiða ábending um samanhang millum lívshættisligar sjúkur og aldurstilgongdina sum heild.


Men sambært SENS grunninum, ið er ein altjóða samanseting av granskarum, aktivistum og filantropum, ið stuðlar gransking ið skal basa aldurstilgongdini - er tíðin komin til, at grundleggjandi endurskoða heilsu og aldurdóm. Talan er um eitt slag av heimspekiligari uppgerð við siðbundnu læknavísindina, ið roynir at lekja sjúkur tá tær uppstanda og lætta um sjúkueyðkennir. Sambært SENS skulu vit heldur hyggja nærri at undirliggjandi orsøkunum til nógvar sjúkur: aldurstilgongdini sjálvari. Men ber til at ger nakað munagott við aldringina?


Aubrey De Grey, lívfrøðingur frá Cambridge University, og ein av fremstu fortalarunum í heiminum fyri, at vit í roynd og veru fara at kunna basa aldurstilgongdini í framtíðini, hevur í síni gransking víst á, at aldringin í roynd og veru er eitt slag av hjáárini av vanligum likamligum virksemi ígjøgnum lívið, serstakliga evnaskiftið. Vísindaliga frágreiðingin er einfalt tann, at aldurdómur og tær sjúkur, ið gerast meiri vanligar í aldurdóminum, eru skaðar, sum standast av broytingum á kyknuligum og molekylerum stigi. Likami, í síni nátúrligu støðu, er ikki gjørt til meiri enn eitt ávíst tal av skaðum, áðrenn úrslitini síggjast.


Førleikarnar hjá kyknunum at endurnýggja seg aftaná skaðar, eru avmarkaðir. Boðskapurin hjá Aubrey De Grey er tí, at megna vit at finna fram til tøkni, ið kann hjálpa kyknunum at viðlíkahalda sína endurnýggjan, so kunnu vit eisini basa aldringini.


100 ár eingin aldur

Mong eru boðini uppá, hvussu vit kunnu seta ferðina á aldringstilgongdini niður. Ein stórur partur av granskingini hevur snúð seg um at kanna hvussu djór eldast. Umfatandi royndir við mús og rottum eru gjørdar sum staðfesta, at mýs og rottur, ið inntaka 30 % kaloriur minni enn hinar sum eru partur av royndunum, liva 30 % longri í miðal. Frágreiðingin er onkursvegna, at tá minni orka verður brúkt í likamsforbrenningini, verður eisini minni kyknuskaði framdur – og harvið verður aldringin seinkað. Enn er ávirkanin á menniskju óviss, men í USA fer nú ein stór verkætlan fram, har luttakarar yvir longri tíð, skulu avmarka sínar kaloriuinntøku við vón um, at somu aldringsárin vísa seg í menniskjum.


Hóast vit broyta lívsstíl, seta kaloriuinntøku niður ella eta serligan heilsukost - eitt nú við nógvum antioxidantum, ið er rættuliga væl umtókt - er uttan iva eitt loft á, hvussu leingi og nógv vit kunnu seinka aldringstilgongdini. Áðurnevndi SENS grunnur arbeiðir tí fyri at stuðla gransking, sum teir vóna fer at kunna endurnýggja likamið uttan nakra tíðaravmarking. Stóru vónirnar er slóðbrótandi gransking innan genterapi og stamkyknugransking.


Sambært SENS, ber til at finna fram til nakrar ávísar felagsorsøkir undir allari aldringstilgongdini – eitt nú kyknudeyða, genmutatiónum og fríir radikalar. Hesar orsøkir eru rótin til sjálva aldringstilgongdina. Vónirnar eru, at í framtíðini fer at bera til, at førka slóðbrótandi gransking frá øðrum økjum, eitt nú eftirgjørdum organvøkstri, niður á kyknu og molekyler stig, at basa hesum skaðum.


Hóast tað ljóðar sum science fiction, er radikali boðskapurin frá Aubrey de Grey, og hansara javnlíkum, at innanfyri næstu fáu áratíggjuni fer tøknin at vera komin so væl áleiðis, at vit fara at kunna seinka aldringstilgongdina so nógv, at nøkur teirra sum liva í dag, helst fara at kunna liva ævigt. Tað ræður bert um, at halda seg á lívið, til tøknin er komin so væl áleiðis, eru radikalu boðini.


Søguliga útgangsstøði er, at tøkniligi framburðurin økist eksponentielt í ferð, so hvørt slóðbrótandi tøkni sær dagsins ljós. KT menningin verður ofta brúkt sum dømi. Aftaná seinna heimsbardaga roknaði eingin við, at skjótar digitalar teldur fóru at vera hvørs mans ogn. Tøknin ger okkum bilsin ferð eftir ferð, og tøknin er vónin ævinleikagranskarar krøkja seg til.


Neyðugt við deyðanum?

Ein ørgrynna av granskarum halda sjálvandi, at hetta er science fiction. Eitt nú ávaraði Colin Blakemore, neurolívfrøðingur á Oxford University í einum kjaki við Aubrey de Grey, um, at gransking ið roynir at finna ævigan ungdóm er heilt burturspilt, tí at tær sjúkur sum vit doyggja av, við øllum frá nervasjúkum til krabbamein og hjartasjúkur, hava sera ymiskt lívfrøðiligt grundarlag, og vit eru komin sera stutt við at skilja, eitt nú summar neurologiskar sjúkur. Og at basa øllum hesum deyðsorsøkum samstundis er reint science fiction, heldur Colin Blakemore.

Og hvussu fer heimurin at síggja út, um vit steðga aldringini? Við verandi fólkavøkstri verður alt tilfeingi skjótt brúkt upp. Eitt sindur polemiskt hevur Colin Blakemore spurt: hvussu við pensión og føðitíttleika? Tímir tú at arbeiða til tú ert 1000 ár? Og fert tú kanska, sum 1000 ára gamal, at eiga børn sum eru 980 ára gomul? Talan vildi verið um ein heim, ið var grundleggjandi øðrvísi á allan hátt, skuldi tað eydnast náttúruvísindini at bast aldringini.


Hvat kanst tú gera?

Dan Buettner, ið hevur skrivað bókina ”The Blue Zones” hevur samlað gransking, ið hevur granskað liviháttin hjá teimum fólkabólkum í heiminum, ið hava longstan miðallivialdur. Sonevndar ”blue zones”. Talan er eitt nú um íbúgvar á japonsku oynni Okinava, fólk frá Sardinia og sjeyndadags adventistar. Sambært Dan Buettner, telja genini bert 10 %, ímeðan liviháttur eigur 90 % av leiklutinum fyri hvussu leingi tú livir. Og nøkur felagseyðkenni koma til sjóndar ið granskingini av hesum fólkum.


Tá tað snýr seg um kost, spælir plantuføði ein stóran leiklut, eins væl og nøtir. Likamlig rørsla er ein nátúrligur partur av liviháttinum hjá hesum fólkum, og er í fleiri førum tengt at einum umhvørvi, ið nátúrliga eggjar til rørslu. Men umframt sunnan kost og likamliga rørslu, er ein sterkur sosialur felagskapur eisini eitt felagseyðkenni. Talan er um selektiv fólk, ið bert kenna seg heima í ávísum sosialum bólki. Harumframt spælir meditatión, bøn og aðrar sinnisvenjingar stóran leiklut. Hesir fólkabólkar eru sum heild minni strongdir enn flestu stórbýarfólk.


Hetta samsvarar væl við nýggjari gransking, ið hevur staðfest, at mediatión kann niðurseta strongd, blóðtrýst og onnur vandamikil heilsuskaðilig eyðkenni. Boðskapurin hjá Dan Buettner er tí, at øll kunnu læra eitthvørt av hesum fólkabólkum, og tillaga sín livihátt, og liva longur, um ikki ævigt.