Hóast hon smakkar væl, so vita tey flestu, at sodavatn als onki gott ger fyri kroppin. Á danska miðilinum aktivtræning.dk hava tey gjørt ein lista av sjúkum, sum ein við størri sannlíkindi fær, um ein drekkur ov nógva sodavatn.
1. Nýrastein
Drekkur tú á leið trý blikk av kola um vikuna, vaksur vandin fyri nýrasteini við 15 prosentum. Tað hendir, tí fosforsýran í kola broytir vatnið, og tí verður vaksa sanlíkindini fyri nýrasteini. Tað er líkamikið um tað er kola við ella uttan sukur.
2. Súkursjúka
Gransking vísir, at drekkur tú eitt til tvey blikk av sodavatni við sukri um dagin, so vaksur vandin fyri typu 2 diabetes við 26 prosentum.
3.Hjartasjúkur
Ein gransking yvir 20 ár, har 40.000 menn luttóku, vísti, at hjá teimum monnunum, sum í miðal drukku eitt blikk av onkrum við sukri í um dagin vaks vandin fyri hjartatilburði við 20 prosentum í mun til teir, ið sjálvdan drukku sodavatn. Vandin fyri deyða orsakað av hjartatilburði vaks eisini við 20 prosentum.
4. Gikt
Gransking framd yvir 22 ár, har 80.000 kvinnur luttlóku, vísti at hjá teimum kvinnunum, sum drukku eitt blikk av onkrum við sukri í um dagin vaks vandin fyri at fáa gikt við 75 prosenum. Tað sama er galdandi fyri menn.
5. Fiti
Av tí at so nógv sukur er í sodavatn, so kann sodavatn økja um vektina. Ein gransking vísir, at ovurfiti hevði verið ein minni trupulleiki, um tað ikki var líka vanligt at drekka sodavatn, sum tað er í dag.
6. Minka sodning og sjúkur í sodningarlagnum
Kolsýran, sum er í sodavatni órógvar sodningarlagið. Drekkur ein nógva sodavatn ella drekkur ein sodavatn, tá magin er tómur, so órógvar sýran magan og í ringasta føri kann tað elva til bruna í sodningarlagnum.