Tað sær gott út í løtuni, tí nú er bara ein smittutilburður eftir í Føroyum. Hetta fegnast Lars Fodgaard Møller, landslækni, um.
– Kanska vit blíva eitt koronafrítt land ein av komandi døgunum. Tað hevði verið ekseptionelt fínt. Serliga tá vit síggja, hvussu støðan er aðrastaðni í heiminum, sigur hann.
– Vit eru glað fyri, at tað hevur eydnast at halda smittuni úti av samfelagnum, sigur landslæknin og vísir á møguligar orsøkir til tað:
– Tað skydast nokk, at vit ikki hava so nógv ferðandi seinastu tíðina. Tað hevur eisini týdning, at mann á flogvøllinum í Kastrup testar øll, eisini tey sum skulu víðari til Føroya. Um tey eru postitiv sleppa tey jú ikki víðari. Tað hevur eisini nógv at siga, at øll ferðandi verða testað her í Føroyum við komu, og at fólk fara í sjálvboðið sóttarhald, sigur landslæknin.
– Men vit skulu ikki slappa av á nakran hátt, tí vit eru undir trýsti. Tað kann ganga skjótt, og so fáa vit nýggja smittu inn í landið, sigur hann og heitir á fólk um enn at halda sjálvbodna sóttarhaldið í seks dagar.











