Eitt lágtrýst yvir Íslandi fer í ein landnyrðing norðan. Eitt tilhoyrandi brúgvalag fer í dag fram við Føroyum, og eitt skifti kemur kaldari og turrari luft inn yvir oyggjarnar av norðri. Fríggjadagin fer ein hátrýstsryggur inn yvir Føroyar av útsynningi og síðani trokar lýggjari og slavari luft seg inn yvir landið av útsynningi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Í kvøld eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og regn ella sirm og til tíðir támut. Hitin millum 5 og 9 stig. Í nátt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Framvegis skýggjað og regn av og á. Hitin um 3 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 3 og 8 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 4 og 9 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 9 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig.