Kanska tað seinasta frá U2

-Vit høvdu havt tað gott við at enda okkara karrieru innan tónleik nú, sigur Bono, og setur spurnartekin við um bólkurin hevur meira at bjóða.

 

Í síðstu viku vóru teir fýra menninir í U2 kosnir sum tann besti bólkurin seinastu 25 árini, av blaðnum QMagazine.

 

Men nú setur oddamaðurin Bono spurnartekin við, um bólkurin framvegis er relevantur fyri fjeppararnar, og um teir kanska skulu gevast við tónleikinum.

 

Í einari samrøðu við Rolling Stone Magazine sigur Bono, at hinir í bólkinum eru illir við hann, tí hann fleiri ferðir hevur sagt sína hugsan um, at bólkurin kanska ikki skal halda fram longur.

 

- Eg eri ikki so vísur í, at okkara framtíðar møguleikar eru til staðar. Bólkurin sigur við meg, at eg skal halda uppat at siga slíkt. Vit høvdu verið nøgdir við, at No Line On The Horizon gjørdist okkara seinasta fløga, men eg ivist í, at tað gerst veruleiki, sigur Bono við blaðið.

 

Hetta veit eb.dk í dag.