Kanska skínur sólin

Danska veðurstovan DMI boðar frá sera óstøðunum veðri komandi vikurnar.

Eitt lágtrýst yvir suðurnoregi fer í ein landnyrðing og rættiliga køld luft streymar yvir Føroyar av norði. Eitt lágtrýst vestan fyri Írland flytir seg sunnudagin og mánadagin í ein landnyrðing, til havið sunnan fyri Føroyar. Eitt tilhoyrandi brúgvaløg við regni fer yvir Føroyum sunnukvøldið og mánamorgunin. Mánadagin kemur lýggjari luft úr suðri, men longu týsdagin streymar køld luft aftur yvir Føroyar úr Noregi.

 

Seinnapartin veksur hann vindin upp eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 metrar um sekundið, og sum frá líður regn av suðri. Hitin um 6 stig. Sunnukvøldið og tíðliga mánamorgunin makar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan. Síðani klárar í, men tó okkurt æli. Hitin millum fimm og átta stig

 

Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í ein strú av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður. Hitin upp í 10 stig. Um náttina eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðru, 8 til 13 metrar um sekundið, sum hann makar niður í eitt lítið lot og snarar í ein landsynningi og eystan. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og útnyrðing og øtlar upp í eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið.  Skýggjað og ælaveður og hitin millum sjey og 10 stig. Um náttina eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað, men tó okkurt æli. Hitin millum tvey og fimm stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av norði og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum síðani fellur niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið og snarar í ein landnyrðing. Turt og møguliga skínir sólin. Hitin millum fimm og átta stig. Um náttina eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og yvirhøvur klár, og hitin millum eitt og fimm stig.

 

Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin. Hitin um dagin milum fimm og átta stig, um náttina niður í eitt stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið,  sum veksur upp í eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað ,men yvirhøvur turt. Um náttina fer at regna til tíðir, men síðani klárar í  og tað verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi. Hitin millum fimm og átta stig.