Í kvøld fara Eyðun og Neil at undirhalda í Mimir í Havn.
Teir eru kendir undirhaldarar, og hava tey síðstu árini gjørt vart við seg tónleikaliga í høvuðsstaðnum. Men eisini uttanfyri bøgararnar í Havn kenna tey hesar báðar tónleikararnar.
Men alt fær ein enda, og Eyðun Ásason og Neil Joensen siga nú, at teir neyvan spæla nógv saman afturat, og kvøldið í kvøld kann gerast síðsta framførslan hjá teimum báðum saman.









