– Í dag fáa vit ikki ordiliga glið á okkara spæl. Tað fáa tær í størri mun, og so eydnaðist okkum ikki at taka tær aftur. Kanska kostaði møðin eisini nakað, tí vit skulu renna so nógv í okkara spæli, men eg haldi serliga, at tað var tað, at spælið hjá okkum ikki koyrdi. Hinvegin er tað kanska í lagi, at Stjørnan vinnur, um tú hugsar um, hvussu langt tær vóru á odda. So tað skulu tær hava eitt hjartaligt tillukku við, segði Ása á Neystabø.










