Kanska nærkast vit einari uppkláring

- Tað er ikki óhugsandi, at løgreglan nú nærkast einari loysn um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sigur krimiserfrøðingur hjá VG

 

 

Krimiserfrøðingurin hjá VG, Øystein Milli, skrivar í dag, at tað ikki er óhugsandi, at norska løgreglan nú nærkast einari loysn á málinum um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið sporleyst burtur síðan hin 31. oktober í fjør. 

Eftir at hava leitað eftir einum ella fleiri brotsmonnum í meira enn 300 dagar, er størri bjartskygni nú at síggja í leitingararbeiðnum enn áður, og tí er tað ikki óhugsandi, heldur krimiserfrøðingurin, at málið nú gongur ímóti einari uppkláring.

Tey, sum royna at greiða hetta mál og loysa gátuna um horvnu, Anne-Elisabeth Hagen, hava gjørt eitt stórt savningararbeiði og partur av hesum, sum ikki vísir seg at hava nakran týdning, er nú lagt til síðis eftir drúgt kanningararbeiði.

Hetta merkir eisini, at spor, sum ikki nøkur eyðsýnd og náttúrlig svar eru til, nú síggjast týðiligari og eru meira áhugaverd. Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, hevur sagt, at løgreglan fer at leggja nógva orku í kanningararbeiði í heyst.

Krimiserfrøðingurin hjá VG skrivar, at sjálvandi situr løgreglan við nógv fleiri upplýsingum í Hagen-málinum, enn almenningurin veit. Kortini hevur løgreglan sagt, at tey í heyst fara at vera meira opin, har tað fer at lata seg gera.