Kanska Mourinho, men ikki Milito

Tað tykist alsamt meiri sannlíkt, at José Mourinho skiftir til Real Madrid, men Inter Milan vil ikki sleppa framherjanum, Diego Milito, ið avgjørdi Champions League finaluna. Eftir Champions League sigurin á Bayern Munchen, segði José Mourinho, venjari hjá Inter Milan, við týkst sjónvarp, at hann skal venja Real Madrid komandi ár. Tað er ikki alment kunngjørt enn, men eigarin og forsetin í Inter Milan, Massimo Moratti avsannar ikki tíðindini.

- Eg havi bara eitt at siga; tað er munur á José Mourinho og Diego Milito. Mourinho hevur eina grein í sáttmálanum, ið ger at hann kann skifta felag, men tað hevur Diego Milito hinvegin ikki, sigur Moratti

30-ára gamli Diego Milito varð í summar keyptur frá Genoa og hevur havt eitt gott ár. Hann skoraði bæði málini, tá Inter Milan leygarkvøldið vann 2-0 í Champions League finaluni ímóti Bayern Munchen. Í italsku steypakappingini, Coppa Italia, skoraði hann einasta málið í finaluni ímóti AS Roma. Í landskappingini skoraði hann eisini avgerandi málið í seinasta dystinum, ið gjørdi Inter til italskar meistarar. Hann er eisini úttikin til hópin hjá Diego Maradona, sum skal til HM í Suður Afrika.