Eg hoyri á lagnum at karmarnar vera í hásæti til oddabrakið?
- Ja karmarnar vera góðir, vit hava lánt serliga gólvmáttuna, ið vanliga verður nýtt til steypafinalurnar, og so vóna vit at nógvir áskoðarar koma at stuðla okkum.
Eru tit spentar til dystin?
Ja spenningurin er sera stóru millum leikararnar, og eg eri varin, tí undan steypafinaluni høvdu vit júst tapt 3-0 móti SÍ í landskappingini. Nú eru vit í teirru støðu, at vit vunnu stórt í steypafinaluni, og tær eru tær svongu og grammu. Eg vóni ikki at nøgdsemi er ov stórt, tí tað hevði verið deiligt at vunnið greipuna, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Verður hetta tín seinasti dystur á hægsta støði?
- Eg veit ikki. Eg havi ikki avgjørt nakað enn. Tó er avgjørt, at næsta ár fer ikki at vera nýtt eins nógv tíð til flogbóltin. Eg fari ongantíð heilt at gevast við ítróttini, men tað hevði verið ótrúliga deiligt, at enda á toppinum við einari greipu, sigur Katrin Olsen, ið hevur hárfríðkanarstovu heima við hús.










