Kanska líka ringt sum flóðaldan

Jarðskjálvtin í Haiti kann hava kravt líka mong mannalív sum flóðaldan í Suðurasia í 2004. Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton. -Hetta kann vera ein tann ringasta náttúruvanlukkan, sum vit hava sæð tey seinnu árini, segði Hillary Clinton í morgun. Hon hevur verið á ferð í Asia, men hevur gjørt av at fara bróta ferðina av og at fara aftur til Washington.

Flóðaldan í Suðurasia á jólum í 2004 kravdi umleirð 230.000 mannalív.

Forsætisráðharrin í Haiti, Jean-Max Bellerive, segði við CNN í gjárkvøldið, at jarðskjálvtin hevur helst kravt nógv meiri enn 100.000 mannalív. Men óheftar keldur siga, at talið kann vera fleiri ferðir størri.