Kanska Kimi klárar tað

Kimi Raikkonen blásti eitt pinkalítið sindur av lívi aftur í kappingina um heimsmeistaraheitið í formel 1, tá hann kutaði 10 stig av leiðsluni hjá Fernando Alonso, soleiðis at einans 26 stig eru teirra millum

Raikkonen vann trygt frammanfyri Schumacherbrøðrunum Michael og Ralf. Michael Schumacher lá á odda fyrstu 36 umferðirnar, men í øðrum pitstoppið koyrdi Raikkonen tvær umferðir longur enn Michael Schumacher, og slapp framvið honum. Dekkini hjá eldra Schumacher beiggjanum vóru nú í so ringum standi, at Raikkonen skjótt var langt frammanfyri hann. Tá teir skuldu í pit triðju ferð var Raikkonen 25 sekund frammanfyri Michael Scumacher, og Raikkonen misti ikki fyrsta pláss í pittinum.

Tann einasti, sum kundi havt hótt Raikkonen, var Juan Pablo Montoya, sum lá á øðrum plássið aftan á at Michael Schumacher var farin í pit aðru ferð, Montoya hevði einans tvey pitstop. Kolumbianarin var tó tann óhepni McLaren koyrarin sunnudagin, á 40. umferð misti bilurin ferðina, og hann koyrdi beint í garaguna.

Alonso og Fisichella vóru ikki serliga sannførandi í tíðarkoyringini leygadagin, við ávíkavist xx og xx byrjanarstøðu. Men hetta var lítið av miklum - koyringin var tann ringasta hjá Renault liðnum alt hetta kappingarárið. Eitt níggjunda pláss til Fisichella og ellinta pláss til Alonso vístu greitt, at hetta ikki var teirra dagur. Fisichella lá til at fáa eitt áttanda pláss. Men megnaði ikki at halda bilin á breytini, tvær ferð koyrdi hann útav í sama skjóta vinstrasvingi. Liðstjórin Flavio Briatore sá ikki væl nøgdur út.

Longu á fyrstu umferð var Alonso óheppin, hann var hálvavegna komin framvið Toyota bilinum hjá Ralf Schumacher, tá bremsurnar hja yngra Schumacher beiggjanum læstu, við tí úrslitið at Alonso varð kroystur av breytini, og høgra bakhjól hjá Schumacher oyðilegði gronina á bilinum hjá Alonso. Alonso noyddist beint í pit, at skifta gronina, og endaði sostatt aftastur.

Henda fyrsta umferðin gjørdist sera hendingarík, Rubens Barrichello var eitt sindur naskur, og rendi upp í reyvina á bilinum hjá Trulli. Gronin á Ferrari bilinum hjá Rubens brotnaði og smápettir ruku í allar ættir. Rubens fór beint í pit at skifta gronina, og kom útaftur beint frammafyri Alonso. Jaques Villeneuve koyrdi stutt aftan fyri Barrichello, og royndi at venda uttan um rokið av smápettum, við tí úrslitið at hann rendi beint á Christian Klien, sum koppaði runt. Óhappið sá sera ræðandi út. Men Klien slapp óskaddur, Red Bull bilurin var so illa farin, at Klien ikki fekk hildið á.

Hin Red Bull bilurin, tann hjá David Coulthard, koyrdi við nógvari ferð beint á eitt pettið, sum var dottið av bilinum hjá Alonso, bilurin slongdist av breytini, og kundi heldur ikki halda fram.

Toyota hevði harafturímóti ein góðan dag. Í byrjanini var eitt sindur av stríði millum Ralf Schumacher og Jarno Trulli, men seinasta partin av koyringini var Ralf Schumacher væl skjótari, og endaði næstan ein hálvan minutt frammanfyri liðfelagan. Tað hevur gingist heldur illa hjá Toyota seinastu koyringarnar, so eitt triðja.- og eitt fjórða pláss eru sera nøktandi fyri japanska liðið.

Michael Schumacher fekk annað pláss, og hóast hann var illa hóttur av yngra bróðrinum seinasta partin av koyringini, og misti fyrsta pláss til Raikkonen, so er lítil ivi um, at hetta var eitt gott vikuskifti fyri Ferrari og Schumacher. Sjeyfaldi heimsmeistarin fekk fyrstu byrjunarstøðu leygardagin fyri 64. ferð. Hetta er bert einaferð minnið enn Ayrton Senna megnaði, hetta er eitt av teimum einastu metunum, sum týskarin ikki hevur. Eisini megnaði hann at verða á odda í longur enn helvtina av koyringini. Hetta er væl betur enn Ferrari hevur verið í ár.

Hjá BAR-Honda er eydnan vend, hesuferð fingu teir fyrstu ferð í ár tveir bilar í stigini. Button fekk eitt fimta pláss, og Takuma Sato, sum eftir øllum at døma er á veg burtur úr formel 1 fekk áttanda pláss og eitt stig.

Williams-BMW bilarnir høvdu eina sera ringa tíðarkoyring og byrjaðu sum nummar xx og xx, men megnaðu báðir at koyra seg í stigini. Hetta gevur liðnum eitt sindur av uppreisn, tí seinastu mánaðarnir hava verið sera ringir.

Formel 1 fer nú í summarfrí í tríggjar vikur. Næsta koyringin verður í Turkalandi.

Nr.KoyrariBilslag TíðStig
1.Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 1.37.25.55210
2. Michael Schumacher Ferrari +35,5 sekund8
3.Ralf Schumacher Toyota +36,1 sekund6
4.Jarno Trulli Toyota +54,2 sekund5
5.Jenson Button BAR- Honda +58,8 sekund4
6.Nick Heidfeld Williams-BMW+68,3 sekund3
7.Mark Webber Williams-BMW +1 umferð2
8.Takuma Sato British American Racing Honda+1 umferð1
9.Giancarlo Fisichella Renault+1 umferð
10.Rubens Barrichello Ferrari +1 umferð
11.Fernando Alonso Renault+1 umferð
12.Narain Karthikeyan Jordan-Toyota+3 umferðir
13.Tiago Monteiro Jordan-Toyota +4 umferðir
14..Felipe Massa Sauber-Petronas +7 umferðir
givinChristijan Albers Minardi-Cosworth +11 umferðir
givinJacques Villeneuve Sauber-Petronas eldur
givinJuan Pablo Montoya McLaren-Mercedes tøkniligur trupulleiki
givinRobert Doornbos Minardi-Cosworth bremsur
givinDavid Coulthard Red Bull Racing óhapp
givinChristian Klien Red Bull Racing óhapp


HM fyri koyararar

1Fernando Alonso 87
2 Kimi Raikkonen 61
3 Michael Schumacher 55
4 Jarno Trulli 36
6 Juan-Pablo Montoya 34
9 Ralf Schumacher 32
5 Rubens Barrichello 31
8 Giancarlo Fisichella 30
7 Nick Heidfeld 28
10 Mark Webber 24

HM fyri lið

Renault F1 117
McLaren-Mercedes 105
Scuderia Ferrari86
Toyota Racing 68
BMW WilliamsF152
Red Bull Cosworth24
BAR Honda20
Sauber Petronas14
Jordan Toyota11
Minardi Cosworth7