Kanska ivaðust vit eina løtu

Tað var ein stórur steinur lyftir av herðunum, tá ið meistaraheitið hjá HB var í húsi.

HB fer at varðveita teir allarflestu leikararnar næsta ár, sum teir hava í hópinum í dag.

 

Tað sigur Bjarni Joensen, nevndarlimur í HB.

 

Men hann heldur, at eitt, sum hevur manglað hjá HB í árm er, at summir av avgerðandi dystunum eru ikki koppaðir til frama fyri HB.


HB hevur gingið á odda í alt ár, men onkuntíð var munurin tódnaður nokk so nógv.

 

Og hann dylir ikki fyri, at  kanska var onkur løta, har ivin sníkti seg inn, men at teir høvdu álit á, at spælararnir fóru at klára tað.

 

Og hann er nøgdur við FM heitið í ár.

 

- So kunnu vit eisini hyggja eftir øðrum næsta ár, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Bjarni Olsen tekur samanum kappingina í ár og metir um næsta ár í samrøðu við Hera Simonasen á Rás2.