Pep Guardiola stóð seg sera væl sum venjari hjá FC Barcelona og Bayern München, men tað hevur gingið meira striltið í Premier League, har hann og Manchester City í løtuni eru á einum fimta plássi.
Tað líktist eisini einum venjara undir trýsti, tá ið Guardiola á tíðindafundinum undan dystinum ímóti Tottenham seinni í dag viðgekk, at tað møguliga er honum – og ikki spælarunum – tað er galið við.
- Kanska eri eg ikki nóg góður til teir. Leikararnir í Manchester City eru gávuríkir. Tað hava teir prógvað áður eins væl og í hesum kappingarárinum. Eg havi virðing fyri teimum, so hví skuldi eg sitið her og sagt, at teir ikki eru nóg góðir, segði Guardiola í tíðindafundinum.
- Vónirnar til mín, tá ið eg kom higar, vóru kanska eisini yvirdrivnar. Eftir at vit vunnu fyrstu nógvu dystirnar hildu fólk kanska, at alt var so øgiliga gott. Eg eri í ferð við at byggja eitt lið upp. Eg vildi fegin ligið í toppinum, men soleiðis er tað ikki í løtuni, og tað má eg taka við, segði hann.
Manchester City, sum er 10 stig aftanfyri oddaliðið Chelsea, fær í dag vitjan av Tottenham. Dysturin byrjar kl.17.30.