Ein havørn, sum doyði á náttúrustovninum í Nuuk fyri nøkrum døgum síðani, var møguliga tann størsta, sum fólk vita um at siga. Kanningar vístu, at veingjabreiðið hjá havørnini var 253 centimetrar, og at nevið var 6,3 cm.
So stóra havørn hava granskarar ikki sæð fyrr. Veingjabreiðið á teirri størstu undan hesari var 245 centimetrar og nevið 6,0 cm, skrivar Politiken.
Nú verður kannað, at havørnin í Nuuk veruliga er heimsins størsta.