Hjalgrím Elttør vónar, at hann fær eina løtu á vøllinum í HM-dystinum ímóti Týsklandi í kvøld.
Hjalgrím Elttør var so sera nær við at skapa sensatiónina, tá ið Føroyar og Týskland spædu fyri 10 árum síðani, men kenda skotið stutt fyri leiklok fór á stongina og út, og so endaði tað 2-1 til Týskland.
Nú Føroyar og Týskland aftur hittast á fótbóltsvøllinum, verður nógv tosað um kjansin hjá Hjalgrím Elttør, sum er ein av trimum spælarum frá dystinum í 2002, sum aftur er við í føroyska hópinum í kvøld.
Hilmar Jan Hansen hevur prátað við Hjalgrím um dystin í kvøld og dystin fyri 10 árum síðani. Hoyr samrøðuna niðanfyri.