Kanska er einki keðiligt hent

- Jólahøgtíðin verður hildin við at vitja familju og vinir, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen

 

 

Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at býráðið higartil hevur framt?

- Eg eri serliga fegin um, at vit hesa setuna hava útvegað rættliga nógv nýggj grundstykkir í kommununi. Eisini var tað ein stórur dagur, tá vit fyri júst tveimum árum síðan fluttu í nýggja býráðshúsið í Norðragøtu. Tá tað er sagt, so haldi eg tað altíð vera spennandi og gevandi at arbeiða saman við øllum teimum røsku og góðu fólkunum í Eysturkommunu.

Tað sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.

Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?

- Komand ár verður brúkt til at gera lidnar ymiskar verkætlanir, sum eru í gongd. Gongd skal eisini fáast á byggingina av nýggja barnagarðinum og útbyggingar á eldraøkinum, sigur borgarstjórin.

Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019?

- Eg eri jaligur av lyndi. So eg minnist ikki nakað keðiligt sum er hent í hesum valskeiði. Kanska er einki keðiligt hent, sigur hann.

Og hvat var tað besta?

- Tað er altíð hugaligt, tá verkætlanir vera lidnar. Av størri verkætlanum í 2019 er útstykkingin í Lerivík liðug, og grundstykkini eru seld, og nýggja tilbúgvingarstøðin í Leirvík er eisini liðug.

Hvar og hvussu fer borgarstjórin í Eysturkommunu at halda jól í ár?

- Eg fari at halda jól sama við mínum nærmastu. Jólaaftan verða vit saman við familju heima hjá okkum í Leirvík. Fyrsta jóladag fara vit til verforeldrini í Kunoy til døgurða. Tá fáa vit ræst kjøt. Seinni plaga vit at fara til ommu mína í Gøtu til ein náttúrabita. 

Jóhan Christiansen sigur, at jólahøgtíðin annars gongur við at vitja familju og vinir.

##med2##