Hóast Barack Obama, forseti, hevur sagt, at USA fer at senda 30.000 hermenn afturat til Afghanistan, er tað ikki óhugsandi, at talið verður uppaftur størri. Tí hann hevur eisini givið Robert Gates, verjumálaráðharra tilsøgn um at økja talið 10 prosent, og tí kann verjumálaráðharrin senda 3.000 hermenn afturat til Afghanistan, um hann heldur tað vera neyðugt.
Washington Post skrivar, at Robert Gates nýtist ikki at spyrja forsetan, áðrenn hann sendir hermenninar avstað, og honum nýtist heldur ikki at almannakunngera avgerð sína.










