Kanska endurgjald til Chelsea

Tað stóðst stórur ruðulleiki av sáttmálanum við John Obi Mikel, sum fyrst hevði skrivað undir við Manchester United í apríl 2005 fyri síðani at gera sáttmála við Chelsea árið eftir. Chelsea rindaði Manchester United 12 milliónir pund, meðan Lyn fekk fýra. Nú er Morgan Andersen, nevndarlimur í Lyn, ákærdur fyri at at hava snýtt við sáttmálanum. Vísir tað seg nú, at upprunaligi sáttmálin var falskur, og John Obi Mikel sostatt kundi skriva sáttmála uttan transfer-pengar, kann tað enda við, at Chelsea fær allar 16 milliónirnar pund aftur frá teimum báðum feløgunum, skrivar enska blaðið The Times.