Kanska endi eg á einum fjallatoppi á midnátt

- Nú er mítt hoppy mítt arbeiði, og tað kann valla vera størri, sigur Pól Sundskarð.

 

 

Hvar og hvussu verður gamlaárskvøld hildið?

- Kvøldið verður hildið saman við mínum kæru heima, stilt og róligt. Um ein glotti hómast, er ikki óhugsandi, at eg endi á einum fjallatoppi á middnátt.

Tað sigur Pól Sundskarð.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- Eftir góðum 36 árum saman við konuni í egnum húsi, valdu vit at selja okkara hús og keypa okkum eina íbúð. Tað merkir, at gólvvíddin fór úr 280 fermetrum og niður í 80 fermetrar. Tað var ein fantastiska góð avgerð, og vit stórtrívast í okkara nýggju íbúð.

Pól Sundskarð sigur, at hann í 2019 eisini bleiv liðugur at skráseta allar bygda-varðagøtur og allar varðarnar kring landið við knattastøðum.

- Vónin er, at eg kann koma við einari bók við frásagnum um hesar leiðir, og hvussu týdningarmiklar varðagøtur og varðar hava verið, áðrenn vegirnir komu.

Hann sigur, at minni væl gekk at taka 360 myndir av øllum fjallatoppum kring allar Føroyar, og higartil eru tiknar einar 100 myndir av 340 fjallatoppun.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?

- Mínar vónir eru góðar. Í 2017 valdi eg at siga mítt borgarliga starv frá mær og burtur av vera ferðaleiðari. Hetta hevur eydnast, tó so, at eg gerist aldrin verðins ríkasti maður, men nú er mítt hoppy mítt arbeiði, og tað kann valla vera størri. Vónirnar skuldu verið bjartar at hildið fram í hesum starvi, heldur Pól Sundskarð.

Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?

- Eg havi ongantíð lovað mær nakað lyfti. Hinvegin havi eg altíð verið málrættaður og havi í roynd og veru útint tað, eg havið ætlað, sigur hann.