Kanska eitt stríð um arv

Løgreglan í Fraklandi sigur nú, at tað var kanska eitt stríð um arv, sum var atvoldin til, at trý fólk vórðu myrd í einum bretskum bili í landssynningspartinum av Fraklandi. Talsmaðurin hjá franska ákæruvaldinum, Eric Maillaud, sigur við fjølmiðlarnar, at maðurin, sum varð funnin deyður í bilinum, lá í stríði við ein beiggja sín um arv. Sum skilst stríddust teir um ognir í Fraklandi, Sveis, Spania og í Irak.

-Tað er líkt til, at brøðurnir vóru ósamdir. Tí verður neyðugt at avhoyra bróðurin og at kanna hetta málið nærri, sigur talsmaðurin.

Teir báðir brøðurnir eru av irakskum uppruna, og bretska blaðið The Daily Mail skrivar, at undir krígnum í Irak helt bretska fregnartænastan eygað við tí beiggjanum, sum nú er deyður. Sambært blaðnum hevði hann tilknýti til Baath-flokkin hjá Saddam Hussein.

Franska løgreglan hevur sagt, at tey trý fólkini, sum lógu deyð í bilinum, vóru skotin í høvdið, og at talan tí uttan iva var um tilætlað morð.