Kanska brotssparkskapping í kvøld

Í kvøld kl. 19.45 spæla Italia-Frakland og Rumenia-Holland, og tað einasta, sum er víst undan hesum, er, at Holland kemur víðari. Holland hevur 6 stig, Rumenia hevur 2 stig, og fyrrverandi Heims- og Evropameistarnir, Italia og Frakland hava 1 stig. Vinnur Rumenia á Hollandi eru teir púra vísir í, at teir hava vunnið seg í fjórðingsfinaluna. Spæla Italia og Frakland javnleik, so sleppur Rumenia til fjórðingsfinaluna við einum javnleiki imóti Hollandi. Vinnur annar av Italia og Fraklandi, og Rumenia ikki fær meir enn 1 stig, so er Rumenia úti. Um Italia og Frakland spæla javnleik 1-1, 2-2 ella 3-3, og Rumenia tapir - óansæð um tað er lítið ella stórt - so er Italia í fjórðingsfinaluni, sjálvt um bæði Rumenia, Frakland og Italia øll hava 2 stig tá. Tí tá hevur Italia skorað flest mál í dystunum ímillum hesi trý londini. Frakland-Rumenia 0-0 og Italia-Rumenia 1-1 elvir til hesa støðu. Tá telur ikki, at ein tapir minni ímóti Hollandi, enn hini bæði londini. Frakland tapti 1-4, og Italia tapti 0-3 ímóti Hollandi. Og forvirringin endar ikki her. Italia og Frakland hava bæði málmunin 1-4 og 1 stig. Spæla Italia og Frakland javnleik, og Rumenia fær stig, so mugu Italia og Frakland út í eina brotssparkskapping, sjálvt um hvørgin av teimum tá kemur í fjórðingsfinaluna. Hetta verður gjørt fyri at staðfesta hvør verður nr. 3 og 4 í bólkinum. Tað skal brúkast til seedingar og styrkismetingar í framtíðar kappingum. Óansæð, tað verður stuttligt at fylgja við í kvøld. Italski venjarin, Roberto Donadoni er vísur í, at vinurin Marco van Basten fer at syrgja fyri hollendskum sigri í kvøld.