Kanska best, at øll humlan verður skift út

Fólk eru troytt av rokinum, sum altíð er um Sev. Tey vilja bara sleppa at tendra og sløkkja kontaktina  og so skelda, tá streymurin fer

Beate L. Samuelsen, Limur í umboðsnevndini hjá Sev




At ósemjan, sum hevur tikið seg upp í Sev-leiðsluni, hevur breitt seg til antin at halda við meirilutanum í Stýrinum um at koyra stjóran fyri Sev frá ella fara í parti við minnilutanum og lata mannin varðveita starv sítt, hevur fingið slíkar dimensiónir, sum vit neyvan høvdu ímyndað okkum, nú fyrsta árið hjá hesum Stýrinum er um at fara aftur um bak.
Longu tá stríðið í februar í fjør um at um manna Stýrið kom til sjóndar, sást hvørjar kreftir lógu framvið í Sev.
Hættirnar, ið brúktir vóru av meirilutanum í kommununi í Suðurstreymoy, vóru ikki serliga tiltalandi fyri aðrar nývaldar limir í øårum kommunum, sum ongan hug høvdu at vera drigin uppá tráð í einum slíkum stríði. Nógv vóru nývald og hildu, at soleiðis plagdi tað at vera.
Úrslitið síggja vit í dag, har ikki bara meirlutin í Stýrinum hevur givið stjóranum í Sev, Klæmint Weihe sekkin, men eisini hevur givið Stýrisformanninum, Leivi Hansen, eitt gypp í afturpartin.
Tá hann ikki tók undir við ætlan meirilutans, har ein partur eru hansara egnu partamenn, var hann skiftur út við Kim Durhuus.

Skriðan leyp
Taå skilst, at ætlanin hjá Stýrinum var at halda uppsøgnina av Klæminti Weihe loyniliga so leingi, sum til bar, men eftirsum skjótt lak út, hvør ætlanin hjá meirilutanum var, leyp skriðan.
Einki var tí meiri natúrligt enn at heita á formannin fyri umboðsnevndina hjá Sev, Hans Tausen Olsen, um at kalla til eykafund í umboðsnevndini við stytst møguligari freist fyri at fáa eina frágreiðing um tað, sum hent er og møguliga at fáa broytt ymiskt fyri at fáa viðurskiftini rætt lag aftur.
Tá minnilutin heitti á umboðsnevndarlimir í ymsum pørtum av landinum um at taka undir við hesi áheitan fyri at fáa kravdu undirtøkuna fyri einum slíkum eykafundi, tóku vit, sum umboða Sambandsflokkin í Suðurstreymoy, undir við áheitanini.

Rokið tað bera humbug
Men at taka undir við eini áheitan um eykafund og so at skula tryggja ávísum persónum sess í Stýrinum einaferð aftrat, eru hvør sítt mál, sum spurnartekin kann setast við.
Sambandsflokkurin í Suðurstreymoy skyldar ikki Tjóðveldisflokkinum nakað sum helst, og áðrenn ein sólarklár frágreiðing á eyka umboðsnevndarfundinum er fingin til vega hesum viðvíkjandi, kann alt henda.
Ein viðkomandi spurningur er, um ikki øll humlan í Stýrinum skal skiftast út, og nýggj fólk veljast í staðin, so friður kann valda á stovninum, sum eitur Sev. Ella ein partur av Stýrinum.
Ongantíð hevur heitið á bókini hjá Søren Kierkegaard Antin Ella, sum Ólavur Rasmussen gav út beint undan jólan, verið meiri aktuelt enn í júst hesum stríðnum.
Fyri vanlig fólk, sum ikki kenna annað til Sev enn at sløkkja og tendra og skelda, tá streymurin fer, er alt rokið í Sev tað bera humbug.
Tíðin tykist vera farin frá tí gomlu uppbygging av stovninum, sum eitur Sev, hóast tað eru kommunurnar sum eiga hann.
Tíðin er kanska eisini longu farin frá seinast samtyktu broytingini í starvsskipanina fyri umboðsnevndina hjá Sev, sum er lítið eldri enn hetta valda Stýrið.