Annfinn Vitalis Hansen hevur sent løgtinginum rokning fyri sítt lutfalsliga stutta skeið sum kanningarstjóri, men nú er greitt, at meirilutin í formansskapinum í løgtinginum vil ikki gjalda.
Annfinn varð biðin til kanningarstjóra tann 19. november í fjør, og hann skuldi kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Johannesen í málinum um Skálafjarðartunnilin.
Men at kalla beinanvegin varð ivi sáddur um hansara gegni, og bara smáar tveir mánaðir seinni bað Annfinn Vitalis Hansen um at vera loystur frá uppgávuni.
Nú hevur hann so sent Løgtingsskrivstovuni rokning fyri sítt arbeiði sum kanningarstjóri hesar stívliga tveir mánaðirnar um ársskiftið, men enn hevur formansskapurin ikki viðgjørt rokningina.
Ein meiriluti í formansskapinum í Løgtinginum, sum er Páll á Reynatúgvu, Alfred Olsen og Gerhard Lognberg, er ímóti at gjalda rokningina.
Bæði Páll á Reynatúgvu, Alfred Olsen og Gerhard Lognberg grundgeva sína støðu við at vísa til gegnistrupulleikarnar hjá Annfinni Vitalis Hansen.
Páll á Reynatúgvu fer enntá so langt sum at halda, at tað heldur átti at verið øvut - at løgtingið átti at sent advokatinum eina rokning, tí hann alla tíðina má hava verið greiður yvir, at hann hevði ein gegnistrupulleika.
- Vit settu beinanvegin spurnartekin við gegnið hjá Anfinni V. Hansen sum kanningarstjóra. Tað vísti seg eisini seinni, at hann hevði havt eitt ov tætt politiskt samband til ávísan flokk. Seinni kom so uppaftur meira fram, sum gjørdi, at eftir okkara tykki var púra greitt, at maðurin ikki var egnaður at vera í starvinum.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, sum situr í formansskapinum í løgtinginum. Hann leggur aftrat, at hetta var ein støða, sum ikki átti at verið íkomin.
- Sum eg skilji, hevur umsitingin saman við løgtingsformanninum havt samrøðu við Annfinn V. Hansen, áðrenn hann játtaði at gera kanningina, og tá átti hann longt at havt boðað skrivstovustjóranum og løgtingsformanninum frá, at hann ikki kundi gera kanningina.
Páll á Reynatúgvu heldur ikki, at tað á nakran hátt kann forsvarast, at skattaborgarans pengar verða brúktir til hetta.
- Eg vil fara so langt og siga, at spurningurin er, um hetta málið ikki heldur skuldi farið hinvegin - at viðkomandi persónur heldur skuldi verið revsaður fyri onkusvegna at draga politisku skipanina ígjøgnum eitt púrasta óneyðugt togtogari um gegnið hjá einum persóni, sum bjóðar seg fram sum kanningarstjóra.
Við at trýsta á pílin á myndini ber til at hoyra, hvat Páll á Reynatúgvu segði við Rás2 í dag um hetta mál.










