- Kanningin, sum er gjørd av føroysku sjúkrahúsunum er ikki ein kanning av dygdini av sjúkrahúsunum. Hetta er ein fyrisitingarlig kanning, sum kannar millum annað mannagongdir og leiðbeiningar.
Tað sigur William Smith, fyrrverandi smittuverjufrøðingur á Landssjúkrahúsinum. Tað var sagt í samband við kanningina, ið danska felagið IKAS gjørdi av føroysku sjúkrahúsunum.
Les eisini: Nøkur viðurskiftir skulu betrast
Kanningin staðfestir heldur ikki ávís viðurskiftir, ið kunnu verða viðkomandi. Til dømis verða starvsfólk spurd um tey hava mannagongdir og leiðbeiningar til ymiskar støður á sjúkrahúsunum, men tað verður ikki kannað hvørt mannagongdirnar verða fylgdar ella ikki. Tískil kann ein ikki gera niðurstøður um góðsku og dygd av viðger út frá hesari kanning.
- Til tað krevst ein sokallað benchmark kanning. Tað er ein kanning, sum samanber sjúkrahús ymsastaðni og samanber dygd og góðsku út frá til dømis úrslit av viðgerð og hvussu útfallið av viðgerðum er. Vit kunnu tó ikki gera slíkar kanningar í Føroyum, tí einki av okkara sjúkrahúsum ger sama arbeiði og tí er einki at samanbera, Vit hava heldur ikki líknandi sjúkrahús aðrastaðni, sum vit kunnu samanber okkum við, sigur William Smith.