KANNING
Ingi Rasmussen
Skattgjaldarin hevur goldið 300.000 krónur fyri at løgtingið hevur kannað embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen landsstýrismanni við fiskivinnumálum.
Men hóast kanningin er komin til ta niðurstøðu, at skeiv málsviðgerð og vantandi metingar í Fiskimálaráðnum førdu til milliónatap hjá landskassanum, tá lánini hjá tveimum rækjutrolarum vórðu løgd um, so er framvegis óvist, hvørja lagnu kanningin fær fyri landsstýrismannin.
Løgmaður, sum skal hava eftirlit við, at hansara landsstýrismenn røkja sítt starv á fullgóðan hátt, vil framvegis ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið. Hóast løgtingið hevur sett fólk at gera eina rúgvusmikla kanning, ið kostaði skattgjaldaranum fitt av peningi, so tykist hann ikki rættiliga at hava álit á kanningini, tí hansara umsiting er farin at kanna kanningina hjá kanningarstjóranum.
Løgmaður sigur kortini so mikið, at ein slík kanning ikki kann fara aftur við borðinum.
Nevndin er liðug
Tað var Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður, sum heitti á Turið Debes Hentze advokat um at standa fyri kanningini.
Kanningarstjórin kom til tað úrslit, at Fiskimálaráðið í tveimum førum hevur verið á samanstoytskós við lógina um umlegging av lánum til fjarfiskiflotan, og tað hevur sett almennan pening í vanda. Talan er um 11 milliónir almennar krónur, sum fóru fyri skeyti, tá lánini til Høgafoss og Atlantic Viking vórðu løgd um.
Jørgin Niclasen hevur ábyrgdina fyri, at málsviðgerðin í hansara umsiting er røtt, men hann vil kortini ikki viðurkenna, at nakar feilur er gjørdur. Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, hevur somuleiðis sátt iva um kanningina.
Tað var annars landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, sum reisti málið, men nú kanningin er handað løgtinginum, er hennara leiklutur liðugur í málinum.
Taka hvørki løgmaður ella landsstýrismaðurin sjálvur avleiðingar av málinum, stendur tað til løgtingið at gera av, um eitt misálit skal reisast móti landsstýrismanninum. Verður eitt misálit samtykt við vanligum meiriluta, noyðist landsstýrismaðurin frá.