Kanning
Tað var í Útvarpi Føroya mánakvøldið, at Suni á Dalbø kom framat mikrofonini í sambandi við tað so kendu Menas frágreiðingina, sum er skrivað við tí fyri eyga at lýsa Føroyar sum eitt komandi olju. Kanningin kallast fyri A Study of The Impact of The Development of Hydrocarbon Resources on The Faroe Islands. Sum heitið sigur so er talan um eina kanning í orðsins rætta týdningi. Til at hjálpa sær við kanningini fingu Menas fólkini samstarv í lag við Fróðskaparsetur Føroya, Søgu- og samfelagsdeildina. Teir skuldu so í felag taka sær av kanningini. Tá kanningin varð løgd fram varð hon eisini løgd fram sum um, at hetta hevði verið ein verkætlan, har allir partar vóru nøgdir, men hetta er nú sáaur ivi um.
Vísindaligt
Í teirri áður umtalu tíðindasending segði Suni Dalbø seg als ikki vera nøgdan við verkætlanina. So mikið, at hetta kendi seg noyddan at fara burturúr arbeiðinum, tá ið arbeiðið ikki var nóg mikið ella als ikki vísindaligt.
Hann fór eisini so mikið langt sum at siga, at Fróðskaparsetri valdi at selja seg til eina bretska fyritøku við hesari kanningini.
Tað var John Christensen, sum stóð á odda fyri verkætlanini. John Christensen er sjálvur úr Jersey er víðagitin sum serfrøðingur innan fyri búskap hjá smærru samfeløgum. Hann er nógv knýttur at Menas. Tá vit ringdu til hansara, so segði seg ikki kenna nakað til, at Suni Dalbø skuldi vera ónøgdur við hesa kanningina hjá teimum. Í kanningini nýtir Menas fleiri víðagitnar serfrøðingar á mongum økjum.
? Eg kann í veruleikanum ikki siga so nógv, tá ið eg ikki havi sæð nakað skrivligt frá Suna Dalbø. Hann var við í verkætlanini fyri Fróðskaparsetur Føroya, men hann tók seg síðani úr. Ein og hvør kann fara í útvarpi at tosa, men eg havi ikki sæð nakað skrivligt, sigur John Christensen.
Hann leggur afturat, at teir bygdu kanningina á vísindaligar arbeiðshættir og hava eisini tikið vísindalig fyrivarni.
Tað eydnaðis okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Maluni Marnersdóttir, rektara á Fróðskaparsetri Føroya, ella Jógvan Mørkøre, sum eisini luttók í verkætlanini fyri Fróðskaparsetur Føroya.










