Síðani niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft-Hansen varð løgd fram, hava røddir verið frammi, sum hava funnist at úrslitinum av kanningini. Teirra millum var Sigmund Poulsen, hjásitari hjá løgmanni undir kanningunum, sum setti spurnartekin við bæði úrskurðin og leiklutin hjá kanningarstjóranum.
Bjørn á Heygum, advokatur og fyrrverandi tinglimur fyri Sambandsflokkin, heldur kortini ikki, at nakað grundarlag er fyri at sáa iva um arbeiðið, sum Hans Gammeltoft-Hansen hevur gjørt.
- Tað er als einki grundarlag fyri at seta spurnartekin við úrskurðin og leiklutin hjá Hans Gammeltoft-Hansen. Kanningin kann neyvan gerast betri ella á forsvarligari hátt. Hetta er allarhelst tað nærmasta, vit koma einum sannleika, sigur Bjørn á Heygum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Bjørn á Heygum.
Í gjárkvøldið hittust økisfeløg Sambandsfloksins, har tey viðgjørdu Kaj Leo Holm Johannesen sum formann floksins og hósdagin fer formansskapurin í Løgtinginum at viðgera Kaj Leo Holm Johannesen sum Føroya løgmann.










