Stjórin í Vinnuhúsinum er sera fegin um, at spurnarkanningin um føroyska arbeiðsmarknaðin endaliga er almannakunngjørt. Spurdur, um tað er av tilvild, at kanningin júst kemur nú Vinnumálaráðið júst hevur lagt uppskot fram til hoyringar hjá feløgunum á arbeiðsmarknaðinum, svarar Jan Mortensen, at har er eingin samanhangur.
?Vit gjørdu kanningina í juni mánað, og síðan hevur verið summarfrítíð, og tískil hevur úrslitið ikki kunnað verið almannakunngjørt fyrr enn nú, svarar stjórin í Vinnuhúsinum.
Til spurningin, um tað ikki kann tykjast heldur løgið, at ein av høvuðspørtunum í stríðnum á føroyska arbeiðsmarknaðinum letur gera ein kanning um eina støðu, har parturin sjálvur er innblandaður, svarar Jan, at tá fakfeløgini ikki vilja kanna, hvørja støðu teirra limir hava til verkfalli, mugu arbeiðsgevararnar royna.
Vildu hava greitt svar
Orsøkin til, at Vinnuhúsið vildi hava eina spurnarkanning var, at stovnurin, undir verkfallinum í vár, ferð eftir ferð hoyrdu frá virkisleiðarum kring landið, at teirra arbeiðararnir ikki tóku undir við verkfallinum. Fyri at fáa fulla greiðu á um so var statt varð neyðugt við einari spurnarkanning, har verkafólki kundu svara anonymt.
? Úrslitið av kanningini er eitt gott amboð fyri báðar partar, tí vit hava lyndi til at byrgja okkum inni í okkara fýrkantaðu verð, og kanningin kann við til at seta tingini í øðrvísi perspektiv, greiðir Jan Mortensen
Yvirraskaður
Jan Mortensen varð ikki sørt yvirraskaður av nøkrum av úrslitinum í kanningini. Sjálvur hevði hann ikki væntað, at so stórur partur tók undir við verkfallinum( helmingurin tók undir við verkfallinum, blðm). Hinvegin fegnast hann um, at so stórur partur av føroyingum ynskja broytingar á arbeiðsmarknaðinum, so hann var bæði postivt og negativt yvirraskaður, sum hann málber seg.