Kanningin av Eik er liðug

Grein 19-nevndin hjá løgtinginum, sum kannar Eik grunnin, er liðug við sítt arbeiði.

Tað var í mai í fjør, at løgtingið valdi at seta eina grein 19 nevnd at kannað Eik grunnin og tað, sum fór fram í honum undan húsaganginum hjá Eik banka í 2010.

Upprunaliga varð Eik grunnurin kannaður eftir eini grein 59 kanning úr lógini um vinnurekandi grunnar, undir leiðslu av Eyðfinni Jacobsen, advokati. Av tí, at málið fyrnaði og at rættartrygdin hjá teimum skuldsettu kom í vanda, valdi Johan Dahl, landsstýrismaður, at leggja kanningararbeiðið yvir í eina grein 19 nevnd, mannað av trimum løgtingslimum, Helga Abrahamsen, Kristinu Háfoss og Joen Magnusi Rasmussen. Nevndin hevði sín fyrsta fund í august í fjør.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini varð at lýsa lógargrundarlagið undir eftirlitinum við føroyskum vinnurekandi grunnum frá 2002 til 2014 og at lýsa eftirlitið við Eik grunninum í hesum tíðarskeiðnum. Grein 19 nevndin skal eisini lýsa viðtøkurnar og lógargrundarlagið undir Eik grunninum frá 2002 til húsagangin í 2010. Í báðum førum skal nevndin greiða frá, um samsvar varð millum lógina og tað virksemi, sum fór fram í Eik grunninum. 

Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir tó ikki um revsirættarlig viðurskifti hjá einstaklingum.

Sambært Helga Abrahamsen er nevndin liðug við sítt arbeiðið og leggur í hesum døgum seinastu hond á frágreiðingina. Nakrir fundir eru enn á skrá, men sum skilst snýr tað seg mest um orðingar og rættlestur av frágreiðingini.

Enn er ikki greitt, nær frágreiðingin verður løgd fyri tingið. Ætlanin var at handa formansskapinum í tinginum frágreiðingina innan summarferiuna, men sum skilst argar kanningin hjá Hans Gammeltoft-Hansen av Skálafjarðarmálinum ta ætlanina. Tað verður mett óheppið, at úrslitini av báðum kanningunum ov nær hvørji aðrari.