Kanningarstjórin stendur við sítt

Turið Debes Hentze stendur við sína frágreiðing, og hon vísir aftur, at Fiskimálaráðið ikki varð kunnað ella fekk høvi at gera viðmerkingar, áðrenn hon tók avgerð

KANNING

IHóast bæði umsitingin og onkur løgfrøðingur hava sátt iva um frágreiðingina hjá Turið Debes Hentze, advokati, um embætisførsluna hjá Jørgin Niclasen, so stendur hon rimmarføst við sína frágreiðing.
? Eg standi við frágreiðingina, og eg afturvísi, at eg havi tikið avgerð á ófullfíggjaðum grundarlag. Eg havi alla tíð kunnað Fiskimálaráðnum í málinum, og um nakað vantar, so er tað teirra egna ábyrgd, sigur Turið Debes Hentze, sum annars ikki vil gera fleiri viðmerkingar í málinum.
Kanningarstjórin kom til ta niðurstøðu, at Jørgin Niclasen veik frá lógini, tá lán til tveir rækjutrolarar vórðu løgd um.
Í sínum svarum hava landsstýrismaðurin og hansara umsiting ført fram, at hevði kanningarstjórin lagt høvuðsúrslitini fram fyri fyrisitingina, so høvdu nakrar misskiljingar ikki komið fyri, og úrslitið hevði verið eitt annað.
Hesum vísir Turið Debes Hentze aftur. Hon sigur, at umsitingin var væl og virðiliga kunnað um málið og hevði góðar møguleikar at gera sínar viðmerkingar.
Tað verður eisini undirbygt í einum skjali, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Í einum brævi til Fiskimálaráðið, dagfest 23.05.2002 biður Turið Debes Hentze um fleiri upplýsingar í málinum, og hon ger vart við, at svarið upp á hesar spurningar kann verða avgerandi fyri, hvat úrslitið av kanningini verður.
Síðan gevur hon eitt yvirlit yvir málið, og sigur, at »um landsstýrið hevur tilfar, sum eg ikki havi, og sum eftir landsstýrisins áskoðan broytir hesa gongd, vil eg fegin hava at vita um tað«.
Sostatt er líkt til, at Fiskimálaráðið fekk høvi at svara aftur, og fekk møguleika at beina møguligar misskiljingar av vegnum. Turið Debes Hentze heldur hinvegin ikki, at nakað nýtt er komið fram í málinum, síðan kanningin varð almannakunngjørd.