Kanningarstjórar eftirlýstir

Neyðugt verður hjá løgtinginum at fara út um landamark eftir kanningarstjórum eina aðru ferð, heldur Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður. Núverandi løgtingsformaður, Edmund Joensen, heldur hinvegin, at tað varð skipanin, ið vann, tá løgtingið at enda tvingaði Jørgen Niclasen frá, og tí verður kanningarstjórin at finna í Føroyum

LØGTINGSKANNINGAR

Advokatar siga seg himprast at taka av, um løgtingið heitir á teir um at gera eina kanning fyri seg eina aðru ferð.
Tað var ein av táttunum í málinum um Jørgen Niclasen. Hann noyddist frá, tí ein kanningarstjóri, sum løgtingið setti, kom til ta niðurstøðu, at hann var farin út um sínar heimildir. Men ivi varð sáddur um kanningina hjá kanningarstjóranum, og tað fekk bikarið hjá advokatum at flóta yvir.
Fyrrverandi løgtingsformaður, Finnbogi Ísakson, sum setti Turið Debes Hentze til kanningarstjóra, heldur hetta vera stak óheppið. Í síni føstu klummu í Fregnum rør hann framundir, at tað kann gerast neyðugt at fara uttanlands eftir einum løgfrøðingi, sum tímir og torir.
? Tað er ilt at meta um, hvønn skaða viðgerðin av hesi kanning hevur voldað upp á longri sikt. Eg havi stúrt fyri, at løgfrøðingar fóru at himprast við at átaka sær arbeiðið at gera eina kanning eftir ta mistonkiliggering, sum Turið Debes Hentze hevur verið fyri. Ein mistonkiliggering, sum sigur, at tann, sum verður settur upp á pláss, hevur evsta orðið at siga um, hvat er rangt, og hvat er rætt, sigur Finnbogi Ísakson.
Hann hevur lagt sær í geyma, at tveir løgfrøðingar hava sagt Sosialinum, at teir høvdu aftrað seg við at tikið eina kanningarstjóra-uppgávu á seg
? Avleiðingin av øllum hesum fær illa verið annað enn, at neyðugt verður hjá løgtingsformanninum at fara út um landamark at finna løgfrøðingar til slík arbeiði. Tí, krevur landsstýrismálanevndin, at ein kanningarstjóri skal setast, so hevur løgtingsformaðurin skyldu til at seta ein, sigur Finnbogi Ísakson.
Ta skylduna røkir Edmund Joensen løgtingsformaður í løtuni. Hann heldur kortini ikki, at tað er so rívandi galið, sum hansara undanmaður ger tað til.
? Eg haldi netupp, at løgtingið syrgdi fyri, at tað var skipanin, sum vann. Hevði tað verið soleiðis, at kanningin hjá kanningarstjóranum var tileinkisgjørd, so hevði skipanin verið torpederað, og so kundi tað verið neyðugt at leita uttanlands næstu ferð. Men Tingið setti tingini upp á pláss, og tí vita kanningarstjórar eina aðru ferð, at teir verða tiknir í álvara, sigur Edmund Joensen.
Sostatt bendir alt á, at eisini næsti kanningarstjórin verður føroyingur. Um løgtingsformaðurin finnur hann.