Hilton Botha, sum hevur staðið á odda fyri at kanna, hvat hendi, tá Oscar Pistorius skjeyt unnustu sína, stendur ikki fyri kanningunum longur. Orsøkin er, at Botha sjálvur er undir illgruna fyri sjey drápsroyndir, og at ákærur verða fyrireikaðar ímóti honum.
Suðurafrikanska løgreglan hevur skuldsett Oscar Pistorius fyri at hava skotið unnustuna, Reeva Steenkamp, og løgreglan heldur uppá, at talan var um tilætlað morð. Pistorius heldur hinvegin uppá, at hann helt tað vera ein innbrotstjóv, sum hann skjeyt eftir.
Tað er ikki greitt, hvør tekur við málinum eftir Hilton Botha (myndin), men BBC sigur, at tað verður ein tann mest royndi løgreglumaðurin í landinum.
Í morgin verður væntandi avgjørt, um Oscar Pistorius sleppur leysur ímóti veði. Ákæruvaldið er ímóti, at hann sleppur út. Millum annað ber ákæruvaldið ótta fyri, at hann fer at rýma av landinum, sleppur hann úr varðhaldinum.