Íslendingar halda seg standa sterkari hesaferð, nú strandalondini aftur fara at tingast um, hvussu makrelurin skal býtast. Íslendskar rannsóknir hava víst, at umleið ein fjórðingur av makrelstovninum var í íslendskum sjógvi í fýra mánaðir í ár. Talan er um 1,1 millión tons ella á leið tað sama sum í fjør.
Tómas H. Heiðar, sum er samráðingarleiðari hjá íslendingum í makrelmálinum, sigur við Fréttablaðið, at hetta eigur at styrkja støðu Íslands í samráðingunum við hini londini. Hann heftir seg við, at sambært kanningunum var serliga nógvur makrelur vestan fyri Ísland, og har var eisini mest av æti, sum makrelurin livir av.
-Eftir míni meting styðja hesi kanningarúrslit støðu Íslands í samráðingunum um makrelin, og at betri útlit eru fyri einari semju um, hvussu Ísland, ES, Noreg og Føroyar skulu býta makrelin, sigur Tómas H. Heiðar. Hann leggur afturat, at londini fara at legja seg eftir at fáa eina skjóta semju fyri at forða fyri ovveiði.
Næsti samráðingarfundur um makrelin verður í London í døgunum frá 19. til 21. oktober.










