Nú hálvonnur vika er eftir til fólkatingsvalið, vísir ein nýggj kanning í Danmark, at andstøðan fer at vinna greiðan sigur tann 15. september. Kanningin, sum Voxmeter hevur gjørt fyri tíðindastovuna Ritzau, sigur, at andstøðuflokkarnir fara at fáa 54,3 prosent av atkvøðunum og 98 fólkatingslimir.
Stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fáa eftir kanningini 43,9 prosent av atkvøðunum og 77 tinglimir.
Kanningin hjá Voxmeter varð gjørd í døgunum frá 3. til 5. september og umfataði 1.000 útvaldar veljarar.
Onkur kanning, sum kom í gjár, vísti annars, at munurin millum reytt og blátt var farin at minka.