Tað verður ikki rættiliga enn, at tað ber til at fáa greiði á, hvussu støðan er í fyritøkuni, Injector Trawldoors, sum føroyingar standa aftanfyri, men sum hevur havt støð í Horsens í Danmark. Fyritøkan er farin á húsagang og í tí sambandinum hevur løgreglan fingið fráboðan um fíggjarligt svik fyri rættiliga nógvar milliónir.
Men Horsens Folkeblad skrivar nú, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn greiða fæst á skuldsetingunum og í so fall, hvussu álvarliga tað fíggjarliga svikið er.
Løgreglan staðfestir fyri blaðnum, at enn er ongin skuldsettur tí tann spurningurin verður ikki avgjørdir fyrrenn greiða er fingin á øllum skjølum og á málinum sum heild.
Tað var seint í summar, at málið varð meldað til løgregluna, men tað er ikki fyrrenn fyri einum mánaði síðani, at løgreglan hevur havt møguleika at fara undir kanningarnar.
Málið verður kannað saman við Skat og tað er ein rættliga stór rúgva av skjalatilfarið, sum skal kannast.









