Kanningin av hvussu umfatandi happing er millum føroyskar skúlanæmingar er liðug. Úrslitið er lagt fyri landsstýrismannin í skúlamálum.
Úrslitið verður tó ikki kunngjørt, fyrrenn í augustmánaði.
- Vit kunngera ikki úrslitið fyrr enn tilmælini um, hvat eigur at verða gjørt viðvíkjandi happing eru klár. Tá boða vit fjølmiðlunum til tíðindafundar, sigur Janus Jensen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum og formaður í arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við happing í ráðnum.
Arbeiðsbólkurin hevur gjørt ávegis tilmæli, men hesi verða nú lagað til úrslitið av kanningini.
- Kanningin eydnaðist væl og er ógvuliga umboðandi, sigur Janus Jensen.
Tað eru næmingar í 5., 7. og 9. flokki í øllum skúlum í landinum, sum eru spurdir um happing. Tá ið av tornaði, svaraðu 1995 næmingar spurningunum. Granskingardepilin fyri økismenning hevur staðið fyri kanningini vegna Mentamálaráðið, veit heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag at siga.