Kanning: So ofta eru føroyingar í bað

Spurnarkanning vísir, hvussu ofta føroyingar fara í bað

Ein triðingur av føroyingum er í bað hvønn dag.

Tað vísir ein spurnarkanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri útvarpssendingina Góðan Morgun Føroyar. 400 fólk svaraðu spurningum um reinføri.

Spyr.fo spurdi millum annað fólk, hvussu ofta tey eru í bað.

Góð 33 prosent svara, at tey eru í bað hvønn dag. Góð 60 prosent siga, at tey eru í bað fleiri ferðir um vikuna. 5 prosent siga, at tey eru í bað eina ferð um vikuna, og minni enn 1 prosent eru í bað sjáldnari.

Samanalagt eru umleið 94 prosent av føroyingum í bað fleiri ferðir um vikuna ella hvønn dag.