Kanning: So nógvar tingsessir fáa donsku flokkarnir

Í seinastu kanning frá Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau, eru tey Konservativu aftan fyri valúrslitið frá 2019

 

Í nýggjastu kanningini frá greiningarstovninum Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau, standa Moderatarnir til at fáa 11,5 prosent av atkvøðunum.

Bæði Danski Fólkaflokkur og Alternativið eru aftur undir sperrimarkinum við ávikavist 1,9 og 1,7 prosentum av atkvøðunum. Har er tó ein óvissa upp á 0,8 prosentstig.

Tey Konservativu fara enn longur aftur og standa í nýggju kannigini til 6,0 prosent av atkvøðunum. Harvið fær flokkurin eitt verri úrslit enn á valinum í 2019, tá flokkurin fekk 6,6 prosent.

Soleiðis er býtið millum flokkarnar í kanningini. Hon er gjørd frá 22. til 24. oktober við svari frá 1.004 umboðandi útvaldum persónum yvir 18 ár.

Reyði vongur – 83 sessir (47,2 prosent)

* Socialdemokratiet - 46 sessir (25 prosent).

* De Radikale - 7 sessir (3,8 prosent).

* SF - 18 sessir (9,6 prosent).

* Enhedslisten - 12 sessir (6,5 prosent).

* Alternativet - 0 sessir (1,7 prosent).

* Frie Grønne - 0 sessir (0,6 prosent).

Blái vongur - 71 sessir (41,3 prosent).

* Venstre - 24 sessir (13,2 prosent).

* De Konservative - 11 sessir (6,0 prosent).

* Danmarksdemokraterne - 15 sessir (8,1 prosent).

* Liberal Alliance - 13 sessir (7,3 prosent).

* Nye Borgerlige - 8 sessir (4,2 prosent).

* Dansk Folkeparti - 0 sessir (1,9 prosent).

* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,6 prosent).

Onnur:

* Moderaterne - 21 sessir (11,5 prosent).

Hagfrøðislig óvissa er upp á 3,1 prosentstig fyri reyða vong og 3,0 prosentstig fyri bláa vong. Óvissan fyri einstøku flokkarnir er ymisk, men er í ongum føri oman fyri 2,7 prosentstig.

Keldur: Voxmeter.

/ritzau/