Kanning: So nógvar sessir fáa donsku flokkarnir í Fólkatinginum

Í seinastu kanning frá greiningarstovninum Voxmeter fyri Ritzau tíðindastovuna hava Moderatirnir aftur framgongd.

 

Tað gongur støðugt framá hjá Lars Løkke Rasmussen og nýggja flokki hansara í veljarakanningum. Hann kann fáa ávirkan á, hvør verður forsætisráðharri í Danmark. Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Í seinastu kanning frá greiningarstovninum Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau tíðindastovuna, fáa Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen størstu undirtøkuna higartil, og Vinstri er nú greitt størsti flokkur á bláa veingi.

Hinvegin heldur afturgongdin hjá teimum Konservativu fram.

Alternativið er oman fyri sperrumarkið, sum er tvey prossent, og tað er onnur kanning á rað, sum vísir tað.

Soleiðis er býtið í seinastu meiningakanning. Hon er gjørd millum 10. og 12. oktober, og 1019 fólk umboðandi fólk yvir 18 ár hava svarað í kanningini.

Reyði vongur - 88 sessir (50,0 prosent).

* Socialdemokratiet - 49 sessir (27,5 prosent).

* De Radikale - 8 sessir (4,2).

* SF - 14 sessir (7,9).

* Enhedslisten - 13 sessir (7,2).

* Alternativet - 4 sessir (2,4).

* Frie Grønne - 0 sessir (0,8).

Blái vongur - 76 sessir (43,9 prosent).

* Venstre - 25 sessir (14,3 prosent).

* De Konservative - 16 sessir (8,9).

* Danmarksdemokraterne - 15 sessir (8,7).

* Liberal Alliance - 9 sessir (5,0).

* Nye Borgerlige - 7 sessir (3,9).

* Dansk Folkeparti - 4 sessir (2,5).

* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,7).

Onnur:

* Moderaterne - 11 sessir (6,1).

Moderatarnir við Lars Løkke Rasmussen á odda, hava víst aftur at peika á eitt ávíst forsætisráðharraevni ella at vera partur av einum veingi eftir valið. Flokkurin stendur til 11 sessir, sum kunnu vera avgerandi.

Tað er ein hagfrøðislig óvissa upp á 3,1 prosentstig fyri reyða vong, ein ein hagfrøðislig óvissa upp á 3,0 prosentstig fyri bláa vong.

Kelda: Voxmeter.

/ritzau/

 

Tað gongur støðugt framá hjá Lars Løkke Rasmussen og nýggja flokki hansara í veljarakanningum. Hann kann fáa ávirkan á, hvør verður forsætisráðharri í Danmark. Bo Amstrup/Ritzau Scanpix