Granskarar kring allan heim arbeiða við at menna eitt koppingarevni upp á met tíð. Men, hvussu mong fara nú at lata seg koppseta, tá møguleikin býðst? Tað hevur norski tíðindamiðilin spurt fólk um.
Kanningin vísir, at sjey av tíggju norðmonnum fara at lata seg koppseta, tá myndugleikarnir í landinum mæla til tað. Tvey av hvørjum tíggju siga, at tey fara ikki at lata seg koppseta, og ein av hvørjum tíggju hevur ikki tikið støðu.
Kanningin hjá VG er gjørd í endanum av oktober í ár, og hon fevnir um 1000 fólk. Norska stjórnin vónar, at koppingarevnið kann góðkennast av ES kring jóltíðir, og tískil vænta myndugleikarnir at fáa fatur á koppingarevninum einaferð í 2021.
Eitt koppingarevni fevnir vanliga um veik ella deyð smittuevni, sum verða sproytað inn í blóðið. Smittuevnini eru ikki so sterk, at fólk gerast sjúk av teimum, men tey eru nóg sterk til, at immunverjan í likaminum fer í gongd.
Um tú seinni verður raktur av veruligu smittuni, kennir kroppurin smittuna og vil arbeiða ímóti henni, so tú ikki verður sjúkur. Er ein nóg stórur partur av fólkinum koppsettur, megnar smittan ikki longur at spjaða seg.
- Koppingarevnini, sum nú verða ment ímóti covid-19, eru rættiliga ymisk, veit VG at siga á sínari heimasíðu í dag.










