Kanning: Sera tætt er millum Macron og vinstraveingin

Macron og sameindu hansara verða mett at fáa millum 255 og 295 sessir. Tað skulu 289 til at hava meiriluta

 

Tað stendur á jøvnum millum miðhøgra-samgonguna hjá franska forsetanum Emmanuel Macron, Ensemble, og vinstrasamgonguna Nupes. Tað vísar kanningar á valstøðunum eftir fyrsta umfar í franska tjóðartingsvalinum.

Tað er enn óvist, um samgongan hjá Macron kann varðveita meirilutan.

Kanningar hjá Ifop á valstøðum vísa, at Nupes sær út til at fáa 25,7 prosent av atkvøðunum í fyrra valumfari.

Tað er eitt ánilsi meira enn Ensamble, sum í somu kanning stendur til at fáa 25 prosent.

Í eini forsøgn hjá greiningarstovninum Ipsos stendur enn meira á jøvnum millum tær báðar samgongurnar. Her fáa tær 25,2 prosent í part.

Talið av atkøvðum í fyrra valumfari er tó ikki so sigandi fyri, hvør í síðsta enda fær ein meiriluta.

Tað verður avgjørt um eina viku, sunnudagin 19. juni, tá seinna valumfar verður.

Og her vísa forsøgnirnar, at forsetin og samgonga hansara fara at kunna seta seg á munandi fleiri sessir av teimum 577 sessunum í franska undirhúsinum, Tjóðartinginum, enn politisku mótstøðufólkini.

Tað er tí at valskipanin í Frankaríki er so kompleks. Fyri at verða valdur í tjóðartingið í fyrra umfari, skal eitt valevni hava helmingin av atvkøðunum á degnum og stuðul frá minst 25 prosentum av teimum, sum hava valrætt í valdøminum.

Hevur einki valevni úr valdøminum tað, so fara tey bæði valevnini við flestu atkvøðunum og onnur valevni, sum hava meira enn 12,5 prosent av atkvøðunum, víðari til seinna umfar.

Við seinna umfar er tað valevni við flestu atkvøðunum, sum vinnur.

Ipsos metir, at Ensamble í síðsta enda kann umseta atkvøðurnar til eitt stað ímillum 255 og 295 tingsessir.

Tað skulu 289 til at hava meiriluta.

Nupes – sum vinstravongspolitikarin Jean-Luc Mélenchon stendur á odda fyri – kann eftir øllum at døma rokna við millum 150 og 190 sessum, vísir sama útrokning sambært blaðnum Le Monde.

Kanningin á valstøðunum í fyrra umfari í dag vísiri eisini, at Marine Le Pen og flokkur hennara, Tjóðskaparliga Savningarflokkurin, fær 19,2 prosent av atkvøðunum. Sambært Ipsos-forsøgnini kann Le Pen rokna við at fáa millum 20 og 45 sessir.

Tað var Le Pen, sum í apríl var mótvalevni hjá Macron á forsetavalinum, har hon fekk stuðul frá 42 prosentum av veljarunum ímóti 58 prosentum til Macron.

Sambært Ipsosf er konservativi flokkurin Republikararnir, eftir øllum at døma at fáa millum 50 og 80 sessir í tjóðartinginum.

Tað var bara sløk helvt at franska fólkinum, sum var á vali í dag. Tøl frá Ipsos vísa, at 52,8 prosent av veljarunum ikki atkvøddu, skrivar Le Monde.

/ritzau/Reuters