Kanning: Reyður meirilut í Danmark

Nýggj veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau vísir, at reyði blokkur í Fólkatinginum fær 51,8 prosent og blái blokkur fær 47,9

Nýggj veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau vísir, at reyði blokkur í Fólkatinginum fær 51,8 prosent og blái blokkur fær 47,9.

 

Saman stendur reyði blokkur við Javnaðarflokkinum, teimum Radikalu Vinstru, Sosialistiska Fólkaflokkinum, Eindarlistanum og Alternativinum til at fáa 51,3 prosent at atkvøðunum svarandi til 91 limir í Fólkatinginum. Blái blokkur við Vinsrta, Danska Fólkaflokkinum, Libaralari Alliansu og Konservativa Fólkaflokkinum standa til 48,5 prosent av atkvøðunum, svarandi til 84 limir í Fólkatinginum.

 

Afturat hesum eru tvey umboð úr Føroyum og tvey umboð úr Grønlandi.

 

Alternativið er talt við í reyða blokk, sjálvt um flokkurin pekar á sín egna leiðara sum forsætisráðharra. Flokkurin peikaði á setinasta fólkatingsvali á forsætisræaðharravalevnið hjá reyða blokki.

 

Niðanfyri eru tølini úr kanningini hjá Voxmeter. Fyrru tølini eru vigað miðaltøl úr Ritzau Index, meðan tølini í klombrum eru úrslitið av nýggjastu meiningarkanningini.

 

Socialdemokraterne: 26,2 prosent - 46 umboð (26,4 prosent – 48 umboð)

Det Radikale Venstre: 6,7 prosent - 12 (6,9 prosent – 12 umboð)

Socialistisk Folkeparti: 5,1 - 9 umboð (4,8 prosent – 9 umboð)

Enhedslisten: 9,5 prosent - 17 umboð (9,9 prosent – 18 umboð)

Alternativet: 3,8 prosent- 7 umboð (3,8 prosent – 7 umboð)

Reyði blokkur, saman: 51,3 prosent - 91 umboð (51,8 prosent – 94 umboð)

Venstre: 18,4 prosent- 32 umboð (17,9 prosent – 32 umboð)

Dansk Folkeparti: 18,0 prosent - 32 umboð(18,2 prosent – 33 umboð)

Liberal Alliance: 4,9 prosent- 9 umboð (4,7 prosent – 9 umboð)

Det Konservative Folkeparti: 4,2 prosent - 7 umboð (4,1 prosent – 7 umboð)

Kristendemokraterne: 0,9 prosent- 0 umboð (1,1 prosent – 0 umboð)

Nye Borgerlige: 2,1 prosent- 4 umboð (1,9 prosent – 0 umboð)

Blái blokkur, saman: 48,5 prosent- 84 umboð (47,9 prosent – 81 umboð)

Størsta óvissaní kanningini er upp á umleið +/- 2,7 prosentstig.

 

Kanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøðu gjørdar í tíðarskeiðnum 7. - 12. januar 2019 við 1027 umboðandi útvaldar persónar yvir 18 ár.

 

Ritzau Index er eitt vigað miðaltal av teimum seinastu 15 týðandi veljarakanningar. Jú nýggjari ein kannin er, jú tyngri vigar hon í indeksinum.

 

/ritzau/