Kanning: Pfizer verjir væl ímóti Delta

Pfizer vaksinan verjir næstan eins væl ímóti Delta sum ímóti Alfa frábrigdum av koronusmittuni

Ein nýggj kanning í Bretlandi, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, vísir, at tveir skamtar við Pfizer ella AstraZeneca vaksinuni verja næstan eins væl ímóti Delta frábrigdinum av covid-19 sum ímóti Alfa frábrigdum.

 

19.000 ungfólk og vaksin vóru við í kanningini, sum varð kunngjørd í New England Journal of Medicine.

 

Sagt hevur verið, at Delta frábrigdið smittar verri enn onnur frábrigdi av covid-19, og at koppingarevnini ikki eru eins effektiv ímóti Delta, sum ímóti øðrum frábrigdum. Nú vísir kanningin, at í øllum førum Pfizer og AstraZeneca standa seg væl ímóti Delta.

 

Kanningin vísir, at Pfizer hevur ein effektivitet upp á 88 prosent ímóti Delta frábrigdinum. Tá ið tað kemur til Alfa frábrigdið er effektiviteturin 93,7 prosent.

 

Tølini fyri AstraZeneca eru nakað lægri – 67 prosent ímóti Delta.

 

Kanningin vísir, at tað er neyðugt við tveimum prikum fyri at fáa høga verju ímóti covid-19.

 

Føroygar brúka bert koppingarevni frá Pfizer.