Joe Biden kláraði seg best í náttarinnar sjónvarpskjaki, har hann stóð yvir av Donaldi Trump, forseta í tí, sum gjørdist eitt satt munnhøggarí millum tey bæði forsetavalevnini.
Seks av tíggju hyggjarum halda, at tað demokratiska valevnið kláraði seg best í kjakinum. Til samanberging svaraðu bert 28 prosent, at tað var Donald Trump, sum kláraði seg best.
Tað vísir kanning sum greiningarstovnurin SSRS hevur gjørt fyri CNN.
Kanningin svarar nøkulunda til ta-, sum varð gjørd eftir fyrsta sjónvarpskjakið undir valstríðnum í 2016.
Tá svaraðu 62 prosent, at demokraturin Hillary Clinton hevði klárað seg best, meðan bert 27 prosent søgdu, at Donald Trump kláraði seg best.
Kjakið í nátt var ikki serliga vakurt, har serliga forsetin gjørdi sítt besta fyri at royna at fáa mótvalevnið út av kós við at bróta av og við persónsálopum.
Fleiri ferðir gjørdist tað ovboðið hjá Joe Biden, sum millum annað mátti biða forsetan »halda kjaft«.
Í kanningini hjá CNN ógvast tey, sum hava svarað í kanningini, til tey nógvu persónálopini í kjakinum.
69 prosent av svararunum halda, at álopini hjá Biden og Trump vóru rættvís. Til samanbering halda bert 32 prosent, at álopini frá Trump vóru rættvís.
Kanningin er gjørd umboðandi fyri veljararnar, sum hava sæð kjakið í nátt. Hon endurspeglar harvið ikki alt amerikanska fólkið.
Veljarar, sum sóu kjakið í nátt, vóru samstundis meira flokstrúgvir, enn fólkið annars.
Bara 36 prosent av teimum, sum svaraðu, søgdu seg vera óheft ella uttanveltað. Støðið liggur á umleið 40 prosentum hjá vanliga fólkinum.
39 prosent av hyggjarunum, sum sóu kjakið, síggja seg sjálvir sum demokratar, meðan 25 prosent síggja seg sjálvan sum republikanarar.
/ritzau/











