Kanning: Ikki misnýta tingsessin

68% av teimum spurdu siga, at Heðin Mortensen ikki skal nýta tingsessin til at fáa borgarstjórasessin aftur.

Spyr.fo hevur gjørt eina kanning fyri Miðlahúsið. 

 

Millum annað hava vit spurt um, hvørt at Heðin Mortensen blandar sína atkvøðu í løgtinginum upp í málið um borgarstjórasessin í Havn. 

 

68% halda tað vera skeivt, meðan 25,67& halda tað vera rætt. 6.33% siga seg ikki vita. 

 

Heðin Mortensen hevur hótt samgonguna á tingi við, at hann fer at atkvøða frá máli til mál komandi tíðina, tí Tjóðveldi og Framsókn hava sligið saman við Fólkaflokkinum og sostatt fingið valdið í Havn.