Kanning gevur valsigur til miðhøgra í Bulgaria

Fyri sjeyndu ferð í minni enn fýra ár royna bulgarar at velja eina skilagóða stjórn.

Boyko Borissov, fyrrverandi forsætisráðharri í Bulgaria og leiðari í miðhøgra flokkinum Gerb, atkvøður á valinum sunnudagin - tað sjeynda í minni enn fýra ár. - Mynd: Stoyan Nenov

Miðhøgraflokkurin Gerb sær út til at gerast størsti flokkur á valinum í Bulgaria í dag. Tað vísa valstøðini sambært Reuters.

Flokkurin við Boyko Borissov á odda fær 26,4 prosent av atkvøðunum, vísir ein kanning.

Reformflokkurin PP sær út til at gerast næststørsti á valinum við 14,9 prosentum av atkvøðunum í valstøðukanningini.

Tað er sjeyndu ferð í minni enn fýra ár, at bulgarar halda val. Higartil hevur tað ikki eydnast at skipa eina skilagóða stjórn.

- Fólk ynskja stjórn, stabilitet og tryggleika, segði Borissov, tá hann atkvøddi í dag.

Síðani 2020, tá mótmæli móti korruptión feldu stjórnina í Gerb, hevur Bulgaria bert havt stutttíðarstjórnir.

Veljarar eru við at troyttast av politikarum, og har er vantandi vón um, at valið í dag kann geva eitt úrslit, sum flytur landið fram á leið.

- Eg haldi ikki, at tey kunnu skipa stjórn, sigur 69 ára gamla Marin Kushev í dag dag.

- Eg havi ikki álit á teimum.

Roknað verður frammanundan við, at politiska óvissan í landinum fer at gagna russiska sinnaða flokkinum Vazrazhdane, sum er á tjóðskaparliga høgravonginum.

Men undan valinum vístu meiningakanningar aftur, at eingin flokkur fer at kunna skipa stjórn einsamallur. Sostatt bíða truplar og drúgvar samráðingar fyri framman.

Ein nýggj kanning hevur víst, at seks av tíggju bulgarum halda, at politiska naggatódnin í landinum er "sera ørkymlandi".

- Vit eru øgiliga troytt av tí, tað er vist, sigur ein veljari, Aneliya Ivanova, á gøtuni í høvuðsstaðnum Sofia.

- Vit eru troytt av at sita føst í eini karusell, sum melur runt og runt, og hvørja ferð er úrslitið tað sama, sigur hon.

Valhølini stongdu klokkan 18:00 okkara tíð. Væntandi kemur eitt fyribils úrslit umleið klokkan 22 okkara tíð.

 

Ritzau/Reuters

 

Boyko Borissov, fyrrverandi forsætisráðharri í Bulgaria og leiðari í miðhøgra flokkinum Gerb, atkvøður á valinum sunnudagin - tað sjeynda í minni enn fýra ár. - Mynd: Stoyan Nenov