Kanning: - Fleiri ung siga rúsevni eru lætt at fáa

Í nýggja Ó-blaðnum er stórt tema um ung og rúsevnir. Í tí sambandi hevur blaðið gjørt stóra kanning millum miðnámsskúlanæmingar. Hetta skrivar blaðið í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

- Kanningin varð gjørd umvegis SMS skipanina hjá Ó frá 11. til 12. mai. Av teimum 1058, ið vórðu spurd, svaraðu 460 (út við 44%). Sambært kanningini hava nærum 30% av miðnámsskúlanæmingunum tikið rúsevnir, meðan 96% kendu onkran, ið hevði roynt tað, skrivar Hanus Samró, sum samstundis vísir á, at tølini skulu takast við fyrivarni. 

 

 

- Vit vita ikki, um sami persónur ella persónar ganga aftur. Tað kann hugsast, um ein persónur hevur roynt rúsevnir í einum flokki, og allir floksnæmingarnir vita um tað, svara øll ja. Men talan er framvegis bara um ein persón. Tað tykist kortini, sum samanhangur er millum tey, ið hava tikið rúsevnir, og so tey, ið vita, hvar tú kanst keypa rúsevnir, sigur Hanus Samró. 

 

 

Sambært kanningini vistu 31% av miðnámsskúlanæmingunum, hvar tey kundu keypa rúsevnir. Harumframt svaraðu 37%, at rúsevnir vóru løtt at fáa fatur á.

 

 

-Kanningin kundi givið ábending um, at nærum triði hvør miðnámsskúlanæmingur hevur ávíst innlit í rúsevnisumhvørvi í Føroyum, men hon nágreinar ikki nýtsluna. Av teimum 31%, ið hava tikið rúsevnir, vita vit ikki, hvussu ofta tey taka rúsevnir. Er tað einaferð í lívinum, einaferð um mánaðin, ella hvønn dag í vikuni, spyr Hanus Samró.