Kanning: Fáir amerikanarar vilja hava Grønland

54 prosent av amerikanarum halda ikki, at USA eigur at yvirtaka Grønland.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sæst her á vitjan í Grønlandi í mars saman við konu síni, Usha Vance. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix

Tað vísir ein veljarakanning frá amerikanska hugskotsstovninum Pew Research Center.

23 prosent eru fyri amerikanskari yvirtøku, og 22 prosent hava svarað, at tey ivast.

Millum tey spurdu siga 34 prosent seg ikki trúgva uppá, at amerikanski forsetin, Donald Trump, veruliga fer at fremja ætlanina um at yvirtaka Grønland.

23 prosent svara, at tey halda, at tað er "ógvuliga sannlíkt".

Kanningin varð gjørd síðst í mars.

Svarar í kanningini eru 3605 umboðandi útvaldir amerikanarar yvir 18 ár.

 

/Ritzau/

 

 

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sæst her á vitjan í Grønlandi í mars saman við konu síni, Usha Vance. - Mynd: Jim Watson/Ritzau Scanpix